Ætlaði at noyða flogfar til Libya

Ein maður royndi í gjárkvøldið at ræna eitt flogfar hjá italska felagnum Alitalia og at noyða flogskiparan at flúgva til Libya. Flogfarið var á veg úr Paris til Rom, tá maðurin hótti eina flogternu við knívi og segði, at hann vildi hava flogskiparan at broyta kós og at fara til Tripoli í Libya.

Tað eydnaðist manningini at taka mannin, og hann varð latin italsku løgregluni, tá flogfarið setti seg á Fiumicino-flogvøllin uttan fyri Rom.

Italsku myndugleikarnir siga, at flogrænarin er úr Kasakhstan.