Í rættinum í Manchester hevur ákæruvaldið ákært tann 49 ára gamla Robert Cottage fyri at hava lagt ætlanir um at myrða Tony Blair, forsætisráðharra.
Tobert Cottage bleiv avdúkaður, tá kona hansara greiddi frá, at maðurin arbeiddi við ymsum lívfrøðiligum evnum, sum kundu brúkast sum spreingievni. Hann hevði eisini sagt henni, at hann ætlaði sær at skjóta Tony Blair. Tá løgreglan kannaði húsini, fann hon 21 ymisk evni, og serfrøðingar hjá løgregluni ivast ikki í, at tey skuldu brúkast til spreingievni.
Robert Cottage hevur verið virkin í bretska høgraflokkinum British National Party. Sambært løgregluni hevði hann sagt einum vinmanni, at borgarakríggj fór at bresta á í Bretlandi, og at hann fyrireikaði seg til tað við at útvega sær nóg mikið av spreingievni.
-Tann politiska og búskaparliga støðan í landinum fer at elva til borgarakríggj um nøkur fá ár, skal Robert Cottage hava sagt við vinmannin.
Ein annar vinmaður hansara, David Jackson, er eisini tikin, tí løgreglan fann eisini spreingievni heima hjá honum, sigur BBC.