Um vikuskiftið tók løgreglan í Urugay ein ungan mann, eftir at hann hevði latið fleiri skot av ímóti einari heilsumiðstøð í tí lítla býnum Paysandu. Hann rakti tó einki fólk.
Aftaná greiddi tann 18 ára gamli maðurin løgregluni frá, at hann hevði hermt eftir Adam Lanza, sum skeyt 26 fólk í einum skúla í amerikanska statinum Connecticut fríggjadagin. Hann segði eisini, at hann hevði ætlað at beina fyri sjálvum aftaná.
Fjølmiðlar í Uruguay siga, at tann 18 ára gamli var fyrst uttan fyri ein framhaldsskúla, men tá eingir næmingar vóru har, fór hann til heilsumiðstøðina og byrjaði at skjóta har.
Maðurin er nú á einum sinnissjúkrahúsi.