Rætturin í svenska býnum Linköping kom fyrradagin til ta niðurstøðu, at ein 26 ára gamal maður í býnum skal hava dóm fyri at hava havt ætlanir um at myrða 17 fólk.
Aftonbladet skrivar, at undir húsarannsókn heima hjá manninum fann løgreglan ein lista við nøvnunum á 17 persónum, sum arbeiða hjá ymsum myndugleikum, og sum høvdu tikið avgerðir, sum ikki gingu tí 26 ára gamla á møti.
Rætturin hevur ikki ásett revsingina enn, tí sálarfrøðingar skulu fyrst kanna sinnisstøðuna hjá manninum, skrivar Aftonbladet.