Løgreglan í Kyepmannahavn hevur tikið ein mann, sum ætlaði sær at burturflyta børnini hjá Lene Espersen, búskaparmálaráðharra Lene Espersen váttar fyri Ritzau, at ein maður royndi at burturflyta tey bæði børnini úr einum dagstovni á Amager í gjár.
Maðurin, sum er 67 ára gamal, er tikin og hevur verið til grundlógaravhoyring seinnapartin.
Lene Espersen vil ikki gera stórvegis viðmerkingar til málið. Hon sigur, at hon og húski hennara kenna seg trygg hóast hendan tilburðin.