Ætlaði at bresta bumbu í Keypmannahavn

Týska ákæruvaldið vil vera við, at maðurin ætlaði at framleiða spreingievni og bresta tað í Keypmannahavn fyri at raka eina størri mannamúgv.

Ætlaði at bresta bumbu í Keypmannahavn

 

Týska løgreglan hevur handtikið ein sýriskan mann, eitt flóttafólk, skuldsettur fyri at hava ætlanir um at bresta eina bumbu í Keypmannahavn.

 

Maðurin varð steðgaður á markinum millum Týskland og Danmark. Í viðførinum hevði hann ikki minni enn 17.000 svávuldósir umframt nógv fýrverk, 17 battarí, seks walkie-talkie og tveir køksknívar.

 

Sambært týska blaðnum Stuttgarter Zeitung, bleiv 20 ára gamli maðurin handtikin 19. novembur. Týska ákæruvaldið vil vera við, at maðurin ætlaði at framleiða spreingievni og bresta tað í Keypmannahavn fyri at raka eina størri mannamúgv.

 

Sýriski maðurin kom til Týsklands sum flóttafólk í 2015 og hevur síðani búð í eini flóttafólkalegu í Biberach, har suðuri í Týsklandi.