Ætlaði at beina fyri Obama

Ein 22 ára gamal maður, sum er ættaður úr Usbekistan, hevur viðgingið, at hann hevði lagt ætlanir um at beina fyri Barack Obama, forseta. Tað viðgekk maðurin í einum dómstóli í amerikanska statinum Alabama.

Amerikanska løgmálaráðið sigur, at maðurin, sum eitur Ulugbeg Kodirov, varð tikin, tá hann royndi at fáa fatur á spreingievnum og vápnum. Í rættinum viðgekk Kodirov, at hann royndi at útvega sær útgerð til eina yvirgangsatsókn, og at hann hevði ætlanir um at beina fyri Obama.

Amerikanskir fjølmiðlar siga, at Ulugbeg Kodirov kann fáa upp í 30 ára fongsul.