Ætla at víðka Norðskála-Oyrar skúla

Mentunarnevndin í Sunda kommunu mælir til, at útbyggingin verður framd sambært fyriliggjandi skitsuppskoti. Mælt verður somuleiðis til, at verandi hús niðanfyri skúlan, sum skúlin og musikkskúlin í dag nýta, verður flutt niðan um, og at musikkskúlin fær hetta húsið fyri seg sjálvan.

Byggi- og Býarskipanarnevndin hevur á fundi 20.okt. samtykt at mæla til at arbeiða víðari við málinum um víðkan av skúlanum.

Fíggjarnevndin hevur á fundi tann 25.10.2011 samtykt at mæla Býráðnum til at fylgja tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

Kravið er samstundis at hetta kemur at bøta um hølisviðurskiftini hjá Musikkskúlanum

Verkætlanin verður fíggjað soleiðis: 500.000 krónur í ár við eykajáttan, sum verður fíggjað við eykainntøku í partafelagsskatti og 4,5 milliónir verða settar av á fíggjarætlanina fyri 2012.