Arbeiðsloysisskipanin
- Hetta er rætt og slætt tjóvarí!
So greið er Ingeborg Vinther í sínum dómi yvir ætlanina, sum politikarnir á Føroya Løgtingi nú hava um at avtaka Arbeiðsloysisskipanina og at leggja hana undir landið.
Men forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag slær fast, fakfeløgini ætla ikki at lata hetta um seg ganga og mikukvøldið er ætlanin at øll fakfeløg í landinum skulu hittast á einum slagi av kreppufundi at viðgerða støðuna.
Tað, sum hevur loypt øði í fakfeløgini, er, at Løgtingið er farið at viðgera eitt uppskot, sum tey siga í roynd og veru avtekur ALS.
Eftir uppskotinum verður tað skorið út í papp, at tað tað er bara Løgtingið, sum hevur rætt til at krevja inn skatt, ella at broyta skatt og at avtaka skatt.
Men so er tann stóri spurningurin, hvat skattur er.
Eftir uppskotinum skal skattur vera øll gjøld, sum borgarin betalir uttan at fáa eina beinleiðis mótveiting afturfyri.
Sostatt er landsskattur, kommunuskattur, mvg og øll onnur gjøld, skattur.
Men eftir hesum er inngjaldið til ALS eisini skattur og skal sostatt leggjast undir fíggjarlógina hjá landsstýrinum.
Rakar ikki bara ALS
Ingeborg Vinther, forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag, staðfestir samstundis, at hetta rakar ikki bara ALS.
- Fáa politikarar sín vilja í hesum føri, er tað ikki bara ALS, sum verður avtikið og lagt undir fíggjarlógina. Bæði barsilsskipanin, Samhaldsfasti Eftirlønargrunnurin og Frítíðargrunnurin, fáa akkurát somu lagnu. Frítíðargrunnurin er ein grunnur, at frítíðarløn er, sum ikki er heintað.
- Alt hetta eru grunnar, sum landið onki oyra eigur í. Hetta eru grunnar, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum betala hvørt oyra í av sínum lønum.
Ingeborg Vinther sigur, at fáa politikararnir sín vilja, enda allar hesar hundraðatals milliónirnar, sum eru í hesum grunnum í stóra potti á fíggjarlógini hjá lløgtinginum.
- Sostatt fer at bera til hjá politikarum at taka fult ræði á hesum pengum og at brúka teir til tað, teir vilja. Av tí sama hava vit als onga trygd fyri, at inngjaldið til ALS fer at koma teimum arbeiðsleysu til góðar, tá ið á stendur og vit hava heldur onga trygd fyri, at inngjaldið til barsilsskipanina kemur teimum til góðar, sum hon varð ætlað til.
Hon vísir eisini á, at meirilutin í einum bólki av løgfrøðingum er komin til ta niðurstøða, at ALS er ikki ein skattur.
- Men kortini ætlar løgtingið at trumfa ígjøgnum, at tað er ein skattur og tað er heilt óhugnaligt, heldur hon.
Uttan orð ella eið
Hon átalar eisini, at hóast politikararnir ætla at gera so álvarsligt inntriv í ognirnar hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, hava teir tosað við fakfeløgini um málið frammanundan.
Ingeborg Vinther leggur afturat, at í hesum máli arbeiðsgevararnir púra samdir við fakfeløgini.
- Skal gjaldið til ALS, barsilsskipanina og samhaldsfasta, hereftir roknast sum ein vanligur skattur, er tað ongin orsøk hjá løntakarum og arbeiðsgevarum at betala serlig gjøld til hesi endamálini, leggur hon afturat.
-Endamálið við at skipa ALS, Barsilsskipanina og samhaldsfasta í grunnar, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir skuldu umsita, var nettupp fyri at savna pengarnar saman í ein grunn, sum ikki kundi rørast til onnur endamál enn tað, grunnurin var ætlaður til.
Ingeborg Vinther sigur, at fakfeløgini hava tosað saman um málið. Umframt at verða forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, er Ingeborg Vinther eisini limur í stýrinum fyri ALS, har hon er eitt av umboðunum fyri løntakararnar.
Eisini tey hava tosað saman og gjørt er av at kalla øll fakfeløgini til fundar á fund mikukvøldið at viðgera støðuna.
Hon vil ikki enn siga, hvat kann henda, halda politikarar fast við ætlanina.
- Men hetta er eitt mál, sum vit taka í allarstørsta álvara og vit fara ikki at lata tað ganga, sigur hon.
Í øllum førum sigur hon, at stýrið fyri ALS og fakfeløgini fara at krevja at sleppa á fund við løgtingsnevndnina, sum skal viðgera málið víðari.