Ætla at steðga Robben

Sebastian Abrø, hetjan frá brotssparkskappingini móti Ghana sigur, at Tabarez hevur tosað við liðið um Robben og hvussu tú steðgar einum leikara sum honum.

 

Men tað er altíð verri, tá tú so ert komin á vøllin. Vit vita, hvussu vit skulu gera, men um tað eydnast, tá til stykkis kemur, er ein onnur søga, sigur Abrø.

 

Ein fipurspreinging merkti, at Robben ikki var við í fyrsta dystinum móti Danmark við HM, men roknað verður við, at hann verður lyklaleikarin, um liðið hjá Bert van Warweik skal føra HM-steypið heim til Hollands fyri fyrstu ferð í søguni.

 

Dysturin millum Uruguay og Holland byrjar klokkan 19.30 føroyska tíð.