Ætla at steðga heilsunýskipanini

Í USA hava republikanararnir í Kongressini sett sær fyri at steðga heilsunýskipanini hjá Barack Obama, forseta. Keldur í republikanska flokkinum siga, at tann 12. januar fara republikanararnir at leggja fram eitt lógaruppskot, sum setir heilsunýskipanina úr gildi.

Republikanski flokkurin hevur meiriluta í Umboðsmannatinginum og kann tí steðga heilsunýskipanini.

Eygleiðarar siga tó, at nýskipanin verður bara steðgað fyribils. Demokratarnir hava meiriluta í Senatinum, og teir fara uttan iva at forða øllum royndum hjá republikanarunum at steðga heilsunýskipanini, sum verður mett at vera tað størsta politiska avrikið hjá Obama higarrtil.