Ætla at spreingja flogfar á havsins botni

Russar ætla at forða fyri, at onnur fáa hendur á teknisku útgerðini umborð á flogfarinum, sum sakk nærhendis Hetlandi fyrr í vikuni.

Hernaðarflogfarið, sum var av slagnum Su-33, skuldi seta seg á dekkið á flogberanum "Admiral Kuznetsov" seinnapartin mánadagin, men flogskiparin fekk ikki steðgað flogfarinum, sum tí fór í havið. Tað eydnaðist flogskiparanum, Jurij Komejev, at skjóta seg úr flogfarinum, áðrenn tað fór út av dekkinum.

Russiska herflotaleiðslan sigur, at flogfarið liggur á 1100 metra dýpi í altjóða sjógvi nærhendis Hetlandi. Ein talsmaður hjá flotaleiðsluni segði fyrradagin, at Su-33 er eitt nútímans slag av jagaraflogførum, og at ætlanin at spreingja flogfarið, so onnur ikki skulu fáa fatur á teirri loyniligu tøkniligu útgerðini í tí.

"Admiral Kuznetsov" er við í einari russiskari flotavenjing, sum byrjaði tann 20. august, og sum varir ein mánað. Sambært norsku verjuni er hetta fyrstu ferð síðani kalda kríggið, at russiski herflotin hevur havt eina venjing so langt suðuri. NTB visti í gjár at siga, at tvey russisk herskip hava verið í Bergen í vikuni og tikið olju.

Men russiski herflotin er ikki tað, hann var. Russar vilja ikki siga, hvusu stórur flotin er, men sambært hernaðartíðarritinum Janés Intelligence Review hava russar 17 kjarnorkuriknar kavbátar við rakettum, 26 aðrar kjarnorkuriknar álopskavbátar, 17 stór herskip, 50 herskip í fregattstødd og umleið 70 smærri herskip.

Hóast flotin var væl størri í sovjettíðini, er tann russiski herflotin tann næststørsti í heiminum. Bara tann amerikanski er størri.

Óhappið við flogfarinum við Hetland er ikki tað fyrsta hjá russiska herflotanum. Fyri fimm árum síðani sakk kavbáturin "Kursk" undir venjing í Barentshavinum, og fyri tveimum árum síðani sakk ein annar kavbátur, "K-159". Vladimir Putin, forseti, hevur ofta funnist at flotaleiðsluni, og so seint sum í síðstu viku gav hann Vladimir Kurojedov, flotaovasta sekkin og setti Vladimir Masorin í hansara stað.