Ætla at skipa stjórn í dag

Gongst sum ætlað, fáa grikkar eina nýggja stjórnarsamgongu í dag. Karolos Papoulias, forseti, gav í gjár formanninum í flokkinum Nýtt Demokrati, Antonis Samaras, uppgávuna at skipa stjórn við einari áheitan um at bera skjótt at, tí landið kann ikki liggja í stjórnarloysi, so álvarssom sum støðan er.

Samaras hevði í gjár fund við tríggjar av hinum floksformonnunum. Millum annað hitti hann formannin í sosialistaflokkinum Pasok, Evangelos Venizelos. Aftan á fundin segði Pasok-formaðurin, at flokkur hansara er til reiðar at fara í samgongu, men at hann vil hava aðrar flokkar við fyri vat fáa tryggari politisk viðurskifti. Annars vóru hann og Samaras samdir um, at málið er at skipa stjórn í dag.

Á valinum um vikuskiftið gjørdist Nýtt Demokrati størsti flokkur við 29,7 prosentum av atkvøðunum og 129 tinglimum.