Ætla at senda eygleiðarar til Sýrialands

Arabiska Samgongan fyrireikar seg til at senda 500 eygleiðarar til Sýrialands, men samgongan vil fyrst hava sýrisku myndugleikarnar at veita trygd fyri, at eygleiðararnir fáa frítt at fara og kunnu kenna seg tryggar.

Formaðurin í Arabisku Samgonguni, Nabil al-Arabi, hevði herfyri ein fund við umboð fyri arabiskar mannarættindafelagsskapir og umboð fyri sýrisku andstøðuna, og tá bleiv avgjørt at senda 500 eygleiðarar til Sýrialands. Millum eygleiðararnar verða eitt nú tíðindafólk og hernaðarserfrøðingar, og tey skulu kanna, hvørji tiltøk sýrisku myndugleikarnir hava sett í verk fyri at verja sivilfólkið. Sýriska stjórnin hevur sagt, at eygleiðararnir eru vælkomnir.

Teir arabisku uttanríkisráðharrarnir hittast í morgin at gera av, nær eygleiðararnir skulu fara til Sýrialands. Men tað er greitt, at teir fara ongan veg, fyrr enn sýriska stjórnin hevur veitt teimum fulla trygd.