Tað er komið fram, at teir kinesisku arbeiðsmenninir skulu hava minni løn enn teir grønlendsku, og teir skulu heldur ikki hava summarfrí. Hetta hevur fingið øði í fleiri danskar politikarar.
-Eg eri púra skelkaður av hesum. Hetta fer at oyðileggja Maniitsoq og at hótta tað grønlendska samfelagið, sigur Søren Espersen úr Danska Fólkaflokkinum við Politiken. Hann sigur tað vera óhugsandi, at tann danska stjórnin fer at viðvirka í einari ætlan, sum ber í sær, at fleiri túsund kinesiskir arbeiðsmenn skulu flytast til Grønlands at arbeiða sum trælir uttan nøkur sosial rættindi.
Heldur ikki Vinstra-kvinnan Ulla Tørnæs er fegin um tíðindini, og hon bíðar nú spent eftir, hvat tann danska stjórnin fer at gera við málið. Í Eindarlistanum er spurningurin um javnrættindi á arbeiðsmarknaðinum eitt hjartamál.
-Eingin skal vera í iva um okkara prinsipiellu støðu. Vit styðja allar kreftir í Grønlandi, sum berjast ímóti sosialari dumping, sigur Finn Sørensen.
Skal Alcoa flyta kinesiska arbeiði til Grønlands, skulu teir donsku innflytaramyndugleikarnir siga ja fyrst, og málið liggur nú á borðinum í løgmálaráðnum í Keypmannahavn.