Ætla at semjast um eitt felag


Samstarv

Tey bæði kommunufeløgini, sum eru Føroya Kommunufelag og Kommunusamskipan Føroya, eru nú farin undir at skipa eitt felags arbeiðsgevarafelag.
Í løtuni hava tey bæði feløgini hvør sítt arbeiðsgevarafelag og tað verður mett at vera sera óheppið, tá ið samráðingar um kommunal mál eru fyri.
Og sum fleiri og fleiri málsøki verða løgd út til kommunurnar, er ikki annnað væntandi, enn at kommunurnar verða størri og størri partur av arbeiðsmarknaðinum og tí ræður um hjá teimum at vera væl skipaðar.
Higartil hevur Føroya Kommunufelag havt eitt arbeiðsgevarafelag, ið nevnist Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelag og Kommunusamskipan Føroya hevur havt eitt felag, ið nevnist. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Men nú hevur verið arbeitt við eitt stovna eitt felag, ið skal umfata allar kommunurnar.
Ein bólkur við umboðum fyri Kommunufelagið og kommunusamskipanini hevur arbeitt í eina tíð við málinum og nú er eitt uppskot til reglugerð send kommununum til góðkenningar.
Samstundis skal ásetast, hvussu útreiðslurnar til felagið skuldi býtast, og tað verður so, at hvør kommuna betalir áleið eftir fólkatalinum.
Eftir ætlanini skal nýggja felagið eita KAF, Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Kommufelagið og Kommunusamskipan Føroya skulu so velja hvør síni umboð í nevndina í KAF, men hvussu býtið verður, er ikki endaliga greitt.
Bæði kommunufeløgini hava áður samráðst saman, men nú verður samstarvið sostatt formliga skipað.