Tann nýggja stjórnarsamgongan í Danmark ætlar sær at nútímansgera grundlógina. Eitt nú skulu tey evropeisku mannarættindini staðfestast í grundlógini, kongshúsið skal fáa ein minni týðandi leiklut, og so skal lógin orðast á einum meiri tíðarhóskandi máli.
Berlingske Tidende skrivar, at í fyrstu atløgu ætlar stjórnin at seta eina nevnd, sum skal koma við einum uppskoti um eina nútímans útgávu av grundlógini, sum seinast varð endurskoðað í 1953.
Teir tríggir flokkarnir í samgonguni siga, at fleiri orðingar í grundlógini eru ótíðarhóskandi, og í einstøkum viðurskiftum samsvarar lógin ikki við veruleikan. Eitt nú stendur í grundlógini, at tað útinnandi valdið er hjá kongi, at kongur skal samráðast við onnur lond sum millumlanda viðurskifti, og at kongur kann leggja lógaruppskot fyri Fólkatingið. Hetta er ikki so longur, tí hetta vald er nú hjá stjórnini.
Vinstri, Tey Konservativu og Danski Fólkaflokkurin taka ikki undir við ætlanini at nútímansgera grundlógina.