Nýggi Smyril
Nú er niðurteljingin av álvara byrjað til nýggi Smyril verður liðugur.
Spanska skipasmiðjan hevði boðað frá, at hann skuldi vera liðugur tann 15. oktober. Men nú hevur Skipasmiðjan boðað frá, at hon hevur sett sær sum mál at handa føroyingum skipið tríggjar vikur áðrenn tíðina.
Skipasmiðjan í Spania hevur boðað frá, at hon hevur sett sær fyri at gera nýggja Smyril lidnan til at handa føroyingum tann 22 september, sigur Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni.
Tað er longu um 16 dagar og so fer tíðin at vísa, um hendan nýggja tíðarætlanin fer at halda.
Stjórin á Strandfersðluni sigur, at nú er bara eftir at leggja seinastu hond á skipið so í øllum førum gongur av álvara fram ímóti, at hann verð liðgur.
Nú er nýggi Smyril seinkaður so nógv, so strandferðslustjórin veit ikki um hann skal trúgva teirri nýggju tíðarætlanini.
Men í øllum førum hevur hann vónir um at hann verður liðgur eitt sindur áðrenn 15. oktober.
Ganga 14 dagar
Tað verður Anita Eidesgaard, kona løgmann, sum fær heiðurin at doypa nýggja Smyril. Annars fara bara nøkur fá umboð fyri Strandferðsluna og politiska myndugleikan til Spania í sambandi við handanina.
Men kemur fyrst at sigla inn á Tvøroyri og har verður so tann stóra móttøkan.
Kristian Davidsen sigur, at tað fer at taka eina viku at fáa hann heim úr Spania og so fer tað at taka eina viku afturat at gera hann klára at taka í sigling ímillum Suðuroynna og Havnina. Sostatt ganga 14 dagar frá tí at nýggi Smyril er handaður, til hann verður settur í sigling.
Spurningurin er so, hvussu verður við ferðaætlanini.
Fyribils fer hann at sigla eftir galdandi ferðaætlan.
Skal hann sigla fleiri túrar, skal heilt fitt av peningi til.
Stjórin á Strandferðsluni sigur, at sum oljurprísurin er nú, fer nýggi Smyril at brúka fyri 20 milliónir í olju um árið við teirri ferðaætlan, sum er nú.
Skal hann sigla bara ein túr afturat um dagin, skulu átta milliónir brúkast afturat til olju um árið.
Harafturat gera manningarsáttmálarnir, at hann kann ikki sigla nógv afturat, uttan at seta eyka manning.
Skal nýggi Smyril sigla meir, enn hann ger nú, kemur tað rættiliga skjótt at kosta nógvan pening, sigur strandferðslustjórin.
Men alt tað eru spurningar, sum politiski myndugleikin má taka støðu til!