Ætla at leggja avgjøld á útlát

Heimsbankin fer at skjóta upp, at eitt altjóða CO2-avgjald verður lagt á flogferðslu og sjóferðslu. Tað sigur stjórin á veðurlagsdeildini hjá bankanum, Andrew Steer.

Sambært stjóranum verður eitt uppskot um avgjaldið lagt fyri fundin, sum G20-londini fara at halda í oktober.

Andrew Steer sigur, at uppskotið hevur til endamáls at tryggja úrslit av altjóða veðurlagspolitikkinum, sjálvt um eingin semja er fingin enn um eina altjóða veðurlagsavtalu.

Í dag er ST farið undir eitt nýtt umfar í veðurlagstingingunum. Hesaferð eru fundirnir í Bonn. Eygleiðarar vænta kortini ikki, at nakað veruligt kemur burturúr fyrr enn á veðurlagstoppfundinum í Suðurafrika í heyst.