Ætla at ákæra uttanríkisráðharran

Løgreglan í Ísrael ætlar sær at ákæra landsins uttanríkisráðhatta, Avigdor Lieberman, fyri at hava avdúkað loyniligar upplýsingar. Løgreglan heldur, at tann umstríddi uttanríkisráðharrin hevur svikið sítt almenna álitisstarv við at hava avdúka upplýsingarnar.

Avigdor Lieberman er formaður í tí høgrasinnaða flokkinum Yisrael Beiteinuer og er ein týðandi persónur í ísraelsku stjórnarsamgonguni.

Hann hevur fyrr víst aftur skuldsetingini um at hava avdúkað loyniligar upplýsingar, men løgreglan ætlar kortini at halda fram við málinum og at ákæra ráðharran, skrivar AFP.