Portugisiska løgreglan umhugsar at reisa ákæru ímóti mammu Madeleine McCann fyri at hava vanrøkt síni børn Støðan hjá portugisisku løgregluni er, at tað var skeivt av Kate McCann at lata tey trý børnini vera einsamøll eftir í hotellkamarinum, meðan hon var úti og át nátturða saman við manninum og nøkrum vinfólkum.
Løgreglan heldur, at talan er um vanrøkt, og tí ætlar hon at ákæra Kate McCann fyri at hava vanrøkt børnini.
Eftir portugisiskari lóg kann ein tílík ákæra geva fongsulsdóm heilt upp í 10 ár.










