Ætla at halda Tsvangirai uttanfyri

Í Zimbabwe royna stjórnin og misnøgdir andstøðupolitikarar at skipa stjórn uttan um andstøðuflokkin, sum vann tjóðartingsvalið í vár

Fyrst ljóðaði, at suðurafrikanski forsetin, Thabo Mbeki, hevði fingið semju millum zimbabwisku stjórnina og politikarar, sum hava tikið seg úr andstøðuflokkiinum MDC, men seinni avsannaði Mbeki tíðindini.

-Vit hava umrøtt øll viðurskifti og eru næstan komin á mál, men Morgan Tsvangirai, andstøðuleiðari, vil ikki góðtaka úrslitið og hevur biðið um stundir til at hugsa seg um, segði Mbeki í gjárkvøldið.

Suðurafrikanski forsetin, sum er semingsmaður í Zimbabwe, legði afturat, at hann er sannførdur um, at samráðingarnar fara at enda við semju, men at tað er ilt at siga, nær tann endaliga semjan verður veruleiki.

Sambært fleiri keldum vildi Morgan Tsvangirai ikki taka undir við semjuuppskotinum, tí sambært tí fekk andstøðuleiðarin ongan leiklut í zimbabwisku leiðsluni. Sum skilst miðjar uppskotið eftir, at stjórnarflokkurin og teir politikararnir, sum eru farnir úr MDC, skulu skipa stjórn uttan um sjálvan andstøðuflokkin, sum annars vann tjóðartingsvalið í vár.