Magni Garðalíð og konan, Hannebeth Garðalíð, eiga og reka fyritøkuna, Viljin Catering á Húsum í Kalsoynni. Nú fer Magni Garðalíð undir at gera gistingarhús á Kalsoynni, sum eitt tilboð til tey 30.000 fólkini, sum vitja oynna árliga
– Vit hava arbeitt við mati og ferðavinnu í eina tíð, og tað er ein mangul upp á sengur og eitt stað at koma til í Kalsoynni, segði Magni Garðalíð í sendingini Góðan morgun Føroyar í morgun.
– Tá tað ikki eru nokk av seingjum í miðstaðarøkinum, so má man gera okkurt, sigur hann og leggur afturat, at húsið fer at hava fýra til fimm kømur, men tey ivast í, um tað átti at verði meir.
– Ætlandi verður klárt at taka ímóti liggjandi gestum næstu sesong, sigur hann.