- Úrslitið av fólkaatkvøðuni verður helst avgerandi fyri, hvat vit víðari gera. Fólkaatkvøðan er vegleiðandi, men tað hevði verið merkiligt, um vit ikki fylgdu henni. Tí gangi eg útfrá, at fólkaatkvøðan verður avgerandi fyri, um samanleggingin verður veruleiki.
- Um úrslitið er sera tepurt, so veit eg ikki heilt, um vit kunnu taka eina tílíka avgerð uppá ein tepran meiriluta. Men mín fatan er heilt vist, at fólk út báðum bygdum er sera jalig um samanleggingina, sigur Hans Mourits.