Hetta er tíðin tá ið nógvur seyður ferður flettur, men tann tíðin er farin tá ið tálgin var ein høgt virðismett rávøra í húsarhaldinum.
Nú slepst ikki av við hana, men heldur enn at tveita hana burt, hava tey í Vága kommunu tikið stig til eina roynd at gera tálg til vistfrøðiligt brenni.
Tey siga í tíðindaskrivi, at hugskotið kom fram á umhvørvisvikuni hjá Vága. Tað var Sóley Kerlok, sum átti hugskotið og hon er eisini verkætlanarleiðari, sum er í samstarv við kommununa, sum letur útgerð og høli til endamálið.
Tey siga, at endamálið er, at fara frá at brúka petroleum til ístaðin at brúka tálg, tá blikk verða tendrað á nýggjárinum, sum gamalt var.
Afturat sær hevur Sóley ein bólk av fólki at hjálpa sær við at hagreiða og kóka tálgina um til vistfrøðiligt brennievni, og verkætlanin er komin væl áleiðis og í annaðkvøld taka tey ímóti tálg í Trolhúsinum á kaiini.
Fyri at lætta um móttøkuna vilja tey helst, at tálgin verður latin inn í 4 liturs frystiposum, sum síðan fer í flamingokassar og verður sett kalt, ella fryst til tað er klárt er at skera hana sundur og kóka hana til vistfrøðiligt brennievni.
Tey vilja eisini fáa blikk og klútar úr bummull, ið verður brúkt sum veikur at tendra í og tað kann latast inn saman við tálgini.











