Við eini dýping av havnini í Hirtshals verður havnin meiri attraktiv hjá skipum, og hetta kann koma at skapa fleiri arbeiðspláss. Játtaðar eru 700.000 krónur til kanningar av fýra menningarverkætlanum í Hirtshals. Ein av ætlanunum er at gera havnina djúpari, so havnaviðurskiftini gerast betri hjá eitt nú rækjutrolarum.
- Ein dýping av havnini hevði økt um virkismøguleikarnar á landi og kundi harvið skapt fleiri arbeiðspláss.
Tað sigur borgarstjórin, Arne Boelt.
- Vit gleða okkum at síggja, at stórar menningarverkætlanir eru ávegis til Hirtshals.
Hann sigur, at tað er ikki bara í Hjørring, at menning fer fram.
- Verkætlanin við dýping av havnini í Hirtshals er bert hin eina, og her samstarvar kommunan við Hirtshals havn og Nordsøen Forskerpark, sigur borgarstjórin.