Upplýst verður, at økini hava verið byggibúgvin í fleiri ár. Haraftrat er vegur gjørdur og allar installasjónir liggja inn á økini.
Ætlanin er at byggja hesi raðhúsini, soleiðis at tey, eins og lendið gevur møguleika fyri, skulu fella væl inn í landslagið.
Enn er ikki greitt, hvussu vegaføringin verður í bygdini við Norðoyatunnilin, og tí hava myndugleikarnir noktað kommununi at seta ætlanina í verk.
Tey, ið hava áhuga at byggja hesi raðhúsini, skulu lata tilboð síni inn fyri 14. august í ár, verður upplýst á heimasíðuni hjá Leirvíkar kommunu.