Ætla at byggja næmingaheim á Kambsdali

- Vit fara at brúka hetta árið til at gera tekningar og skriva umsókn til myndugleikarnar, sigur Sigurd Simonsen, býráðsformaður

Bygging

Fuglafjarðar kommuna hevur sett 200.000 krónur av á fíggjarætlanini til at fyrireika bygging av næmingaheimi á Kambsdali.
Sigurd Simonsen, býráðsformaður í Fuglafirði, sigur, at stórur áhugi er millum næmingar, sum ganga á studenta-og HF-skúlanum á Kambsdali, at búgva á staðnum, har skúlin er.
- Ein kanning vísir, at 37% av næmingunum á Kambsdali høvdu ynskt, at eitt næmingaheim var á staðnum, soleiðis at teir sluppu undan at ferðast í bili til og frá skúlanum.
Men býráðsformaðurin sigur, at á Kambsdali ganga so nógvir næmingar, at ógjørligt hevði verið at bygt eitt næmingaheim til 37% av øllum næmingunum.
- Vit hava hugsað okkum at bygt eitt heim við plássi til einar 40-50 næmingar, sigur Sigurd.

Sjálvognarstovnur

Býráðsformaðurin sigur, at Fuglafjarðar kommuna fer at arbeiða víðari við málinum, og væntandi verður greiðari, hvussu fram verður farið, tá ið komandi fíggjarætlan hjá kommununi fer í stoypiskeiðina.
- Hugsast kann, at næmingaheimið verður ein sjálvognarstovnur, sigur Sigurd Simonsen.
Hann vísir at enda á, at ætlanin hjá kommununi er at brúka hetta árið til at gera tekningar og at skriva umsókn til myndugleikarnar.