Ætla at byggja meiri í Eysturjerusalem

Ísraelskir fjølmiðlar siga í dag, at myndugleikarnir eru í ferð við eina ætlan um at byggja 1.400 íbúðir afturat í tí hersetta Eysturjerusalem, og sambært miðlunum hava teir kommunalu myndugleikarnir í Jerusalem váttað tíðindini.

Ætlanin hjá stjórnini er at byggja 1.400 íbúðir í Gilo, sum er á vegnum til Bethlehem, og sum skilst fara landsmyndugleikarnir at góðtaka ætlanina fyrsta dagin.

Byggiætlanin verður sett í verk, sjálvt um altjóða samfelagið er av teirri áskoðan, at nýbygging í Eysturjerusalem og á Vestara Áarbakka fer at gera tað næstan ómøguligt at fáa varandi frið í Miðeystri.

Eitt nú hevur amerikanska stjórnin ávarað Ísrael ímóti at halda fram við at byggja bústaðir í Eysturjerusalem og á Vestara Áarbakka. Men higartil hevur Ísrael víst øllum mótmælum og ávaringum frá sær.