Ætla at byggja goymslu

Áræði trýtur ikki í Vági og nú er ætlanin at byggja ein bygning afturat á keiini.

Tað er ikki áræði, sum manglar í Vági. Eftir døpru kreppuna allan fyrrapartin av nítiárunum, eru síðani eitt virki fyri og annað eftir stovnað og fleiri virkisbygningar eru reistir niðri á keiini.

Og skjótt verður helst ein bygingur afturat reistur á keiini í Vági. Tað er hin blaðungi Arni D. Brattaberg, sum hevur søkt býráðið um byggiloyvi til eitt goymsluhús niðri á keiini og á fundi mikukøldið samtykti býráðið einmælt at ganga honum á møti.

Talan verður um eitt pakkhús, sum er 24x16 metrar og tað kemur at standa uttanfyri virkið hjá Palm Seafood. Ætlanin er at byggja eitt pakkhús til askyns endamál. Nevnt varð, at tað m.a. skuldi brúkast til at goyma salt og fiskakassar í.