ES hevur ætlanir um at bjóða føroyingum 10 prosent av teirri tilmæltu makrelkvotuni í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum, og at íslendingar skulu fáa líka stóran part. Tað skrivar írska tíðindastovan Donegal Democrats í dag.
Sagt verður, at ES ætlar at brúka hetta tilboðið til at steðga tí føroyska og íslendska áganginum á makrelstovnin, so endi kann fáast á stríðnum um makrelin.
Tað skilst á Donegal Democrats, at ætlanin hjá ES at bjóða føroyingum og íslendingum 10 prosent av teirri tilmæltu makrelkvotuni í part er ikki fallið í góða jørð í írska fiskivinnubýnum Killybegs, sum hevur stór áhugamál í makrelinum.