Ætla at balla rusk

Enn einaferð má IRF boða frá, at trupulleikar við gamla ketlinum gera, at brennistøðin ikki megnar at taka móti burturkasti. Tað boðar felagsskapurin frá í tíðindaskrivi í kvøld.


- Tað er tann gamli ketilin, sum verður skiftur út í  februar 2018, sum støðugt gevur IRF rakstrar trupulleikar. Hesaferð er talan um fleiri minni lekar, sum menn hava arbeitt uppá at sveisa í vikuskiftinum. Vit vóna at umvælingararbeiðið verður liðugt mánadagin, so vit fáa starta ovnin uppaftur sum skjótast, skrivar felagsskapurin í tíðindaskrivi.


Lekar í gamla ketlinum hava verið ein afturvendandi trupulleiki seinastu mánaðirnar, og hevur tað tarnað arbeiðið hjá IRF. Nú verður tó arbeitt upp á eina loysn, ið skal hjálpa upp á trupulleikan, tá skipanin er undir trýsti.


- IRF arbeiðir við at fáa eina ballingarmaskinu til Brennistøðina at ballað ruskið, so vit á tann hátt fáa tikið ímóti ruski, tá støðin liggur still og tá Brennistøðin ikki megnar at brenna undan. Eftir ætlan fer IRF at taka ruskballingar maskinuna í nýtslu í komandi viku, tá maskinan kemur til landið, skrivar felagsskapurin í tíðindaskrivi.