FC Barcelona hevur ikki fingið eina góða upptakt til fyrru hálvfinaluna ímóti Inter Milan á útivølli í Milano í annaðkvøld. Orsaka av flúgvisteðginum kring Europa, hava Barca-spælarnir verið noyddir at koyra 1.000 km. við bussi úr Barcelona til Milano.
Tá liðini møttust í tí innleiðandi bólkaspælinim, endaði tað við javnleiki 0-0 í Milano, meðan Barcelona vann 2-0 á heimavølli á Camp Nou. Við italskar fjølmiðlar sigur Inter-venjarin, José Mourinho, at Barcelona fer ikki at fáa tað líka lætt hesaferð. - Hatta hendi í november. Teir eru eitt gott lið, eins og teir vóru tað í november, men vit eru nógv betri nú, enn vit vóru í november, slær José Mourinho fast.
Aftaná sannførandi sigurin á Arsenal í fjórðingsfinaluni, eru tað mong, sum hava Barcelona sum favoritt til at vinna seg víðari í Champions League kappingini. Hesum er Mourinho ikki samdur við: - Eg møti at møguleikin er 50/50, sigur Mourinho.
Um Lionel Messi, sigur Mourinho: - Eg haldi ikki, at fótbóltur snýr seg um ein einstakan mann. Talan er ikki um ein ímóti einum, men heldur um 11 ímóti 11, men tað er greitt, at vit mugu halda eitt vakið eyga við Messi, viðgongur José Mourinho.