Nú er ætlanin at fara undir at ala tosk í Hvalba.
Á fundi í bygdaráðnum í Hvalba týskvøldið var ein umsókn til viðgerðar um at útvega eitt øki til at gera royndir við toskaaling á.
Tá ið føroyingar hava tosað um aling, hevur tað nú í nógv ár bara verið hugsað um laks. Men seinastu mánaðirnar eru fleiri og fleiri farin at tosa um at ala tosk og nú liggja eisini hvalbingar framvið.
Tað er Mikkjal Hammer, vanliga nevndur Mikki, skipari og reiðari í Hvalba, sum nú tekur stig til at fara undir toskaaling í Hvalba.
Hann hevur tikið upp samstarv við fyritøkuna Eco-Farm í Noregi og saman við teimum, ætlar hann at royna at ala tosk í Føroyum við teirr tøkni og teirri vitan, sum Eco-Farm hevur ment á økinum.
Eco-Farm hevur roynt sína vitan og sína tøkni til toskaaling áður og úrslitið hevur verið nøktandi, verður sagt í umsóknini til Hvalbiar Kommuna.
Ala í kørum á landi
Ætlanin er at ala toskin í stórum kørum á landi og gevur hendan royndin nøktandi úrslit, vóna teir at kunna fara undir aling á vinniligum grundarlagið aftaná.
Kørini eru stór, einar 15 metrar í diametur.
Teir siga, at hendan fyrsta royndartíðin kemur at varaa eitt til hálvtannað ár og hesa tíðina koma 2-3 fulltíðarstørv at vera knýtt at virkseminum.
Sostatt søkja teir nú kommununa um at útvega øki til endamálið.
Sjálvir hava teir hugsað um eitt øki niðri á havnarlagnum í Nesi í Hvalba, sum er einar 1000 fermetrar stórt.
Talan er um eitt øki, sum Búnaðarstovan eigur og á fundinum týskvøldið samtykti bygdaráðið einmælt at taka stig til at ogna sær økið og at lata stigtakarunum tað til endamálið.