Triðja ári á rað øktist útlátið av vakstrarhúsgassum, vísir nýggj uppgerð frá Umhvørvisstovuni.
Uppgerðin vísir, at samlaða útlátið av vakstrarhúsgassum í 2019 var 6,2% størri enn í 2018. Vøksturin er á leið helvtina minni enn undanfarna ár.
Um hugt verður eftir samlaða útlátinum, uttan útlendsk fiskiskip, hevur árligi vøksturin í útlátinum av vakstrarhúsgassum verið javnur síðani 2016, eini 7-8% um árið.
Samlaða útlátið frá 2001 til 2016 var rættiliga støðugt, men í 2017 vaks útlátið munandi og kom fyrstu ferð upp um eina millión tons av CO2 eindum, um bunkringar hjá útlendskum fiskiskipum verða taldar við.
Í 2019 var samlaða útlátið góð 1,2 millión tons av CO2 eindum. Um útlátið frá útlendskum fiskiskipum ikki verður talt við, er vøksturin í útlátinum nakað minni, og var samlaða útlátið í 2019 beint undir eina millión tons av CO2 eindum.
Áleið 88 % av samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassum í 2019 stavaði frá nýtslu av brennievni.
Høvuðsorsøkin til vøksturin í útlátinum av vakstrarhúsgassum er, at streymframleiðslan vaks 10% í 2019, samstundis sum SEV fekk minni av orku burtur úr vindi og vatni, ávíkavist -17% og -4%.
Øll økingin í elframleiðsluni varð tí grundað á olju. Úrslitið var, at oljunýtslan hjá SEV øktist við góðum 11.000 tonsum upp til 48.600 tons, sum er ein vøkstur upp á 30% í mun til 2018. Økta streymframleiðslan í 2019 elvdi sostatt til, at samlaða útlátið av vakstrarhúsgassum vaks við 3%.
Ein onnur orsøk til vøksturin í útlátinum av vakstrarhúsgassum í 2019 er, at brennistøðin hjá IRF í Leirvík brendi nærum helvtina meir í fjør enn 2018. Útlátið er eisini økt 5% fyri akfør og 9% fyri onnur skip.
Samanumtikið hevur brenning av olju og burturkasti økt samlaða føroyska útlátið við 3,7%. Økta nýtslan av F-gassi hevur økt útlátið av vakstrarhúsgassum við 2,5%. Samanlagt er útlátið av vakstrarhúsgassum økt 6,2%.











