TK Stovan skipar javnan fyri kunningarfundum um ymisk aktuel mál. Eitt mál ið far nógva umrøðu í løtuni er KT-trygd. Í hesum sambandi skipar TK Stovan fyri kunningarfundi við heitinum KT-trygd, mánadagin 22. okt. 2001 frá kl. 13:00 til 16:30.
Vit verða dagliga álopin av nýggjum virusum, og hesi verða meira skaðilig fyri hvørja ferð. Tað eru ikki bert virus vit hoyra um. Vit hoyra eisini um teldusníkar, sum bróta seg inn á heimasíður og elva til stóran skaða. Ein onnur hóttan er, at innanhýsis mannagongdirnar í samband við KT ikki er tryggar nokk.
Á hesum kunningarfundi fara vit at viðgera, hvørji atlit virkið skal hava í samband við keyp og innlegging av KT. Hvørji átøk skulu gerast innanhýsis fyri at verja seg móti tílíkum hóttanum.
Jónsvein Joensen hevur útbúving sum cand. merc. dat, og er menningarleiðari á KT-fyritøkuni Faroesoft (fyrr VIT). Jónsvein Joensen hevur drúgvar royndir innan KT-trygd, m.a. við menning av bankaskipanum hjá IBM Corebank. Hann ferð, í fyrra innleggi sínum, at greiða frá váðanum í mun til valda KT-trygd. Eisini kemur hann inn á ymisku váðarnar í KT-lívssyklusinum, t.e. frá tí at støða skal takast til KT-keyp til tað sum keypt er, verður tikið í brúk. Hvussu er kostnaðurin av KT-trygdini í mun til nyttuvirði.
Jónsvein Joensen ferð eisini at taka upp ymisk vandamál, sum eru frammi í hesum tíðum, og sum hava nakað beinleiðis við KT-trygd at gera. Evnini verða millum onnur internet og tess vandamál, E-business, bókhald og peningaflutningur, edv í mun til manuelt, opinleiki í mun til forboð, etikk og moral.
Jóhan Martin Jacobsen, sum er serútbúgvin KT-grannskoðari (CISA) og arbeiðir hjá grannskoðara-virkinum Rasmussen & Weihe, kemur í sínum innleggi inn á KT-trygdarpolitik í ymisku KT-virkisøkjunum. Nøkur av evnunum hann nertir við eru: bygnaður, stýring av brúk-arum og atgongd, menning, útvegan og viðlíkahald av KT-skipanum, rakstur, dokumentatión, fysisk trygd, tilbúgving og trygdargjøgnumgongd.
Magnus S. Petersen frá Advokatskrivstovuni kemur í sínum innleggi inn á lógfrøðilig sjónarmið í samband við KT-trygd. Hann ferð millum annað at greiða frá um e-handil, og um ein teldupostur er løgfrøðiliga bindandi.
Niels Juul Akraberg Poulsen frá Tryggingarfelagnum Føroyar greiðir frá, hvørjum ein kann tryggja seg í móti, og hvat hendir í tryggingarhøpi, um nú vanlukkan er hend.
Seinast fara tvey føroysk virki at greiða frá sínari KT-trygd og teirra royndum á økinum.
Kostnaðurin fyri at luttaka er kr. 400 umframt mvg, og freistin at melda er sett til fríggjadagin 19. okt.
Ynskjast fleiri upplýsingar, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Steinbjørn í Dali, virkisráðgeva á TK Stovuni, tlf. 317366, fartlf. 217366 ella teldupost sd@tk.fo