Tjóvar stjólu fyri 118.000 krónur

Gjáranáttina var aftur innbrot hjá gullsmiði. Hesaferð gekk tað út yvir Gullhornið í Gongini í Havn.

Sunnunáttina hava gulltjóvar aftur verið upp á spæl. Fyrr í vikunu hevði onkur skotið gjøgnum rútin hjá Niels L. Arge á Kongabrúnni og stjolið smúkkur fyri einar 5.000 krónur.

 

Men sunnunáttina gekk tað út yvir Gullhornið í Gongini. Har hevur onkur ella onkrir brotið seg inn gjøgnum eitt vindeyga aftan fyri húsini. Inni í handlinum hevur tann – ella hava teir raserað og brotið og stjolið vørur, sum hava eitt virði upp á góðar 118.000 krónur.

 

– Talan er um brosjur, armbond og knappasilvur til børn, sigur Leif Erik Niclasen, sum eigur og rekur handilin Gullhornið.

 

Hann sigur, at hann hevur tikið myndir av øllum, sum inni er, og tí kann skjalprógva, hvat ið manglar.

 

Løgreglan arbeiðir við málinum, sum varð meldað í gjárkvøldið, tá Leif Erik Niclasen varnaðist, at óbodnir gestir høvdu verið á gátt.