Í gjáramorgunin varð ringt til løgregluna at boða frá, at innbrot hevur verið í Havnar Kirkju. Løgreglan veit ikki akkurát nær, innbrotið hevur verið, men tað hevur verið ímillum seinasta sunnudag,13. mars og í gjáramorgunin.
Løgreglan sigur, at tjóvurin, ella tjóvarnir, hava brotið eitt vindeyga upp, og soleiðis eru teir slopnir inn í kirkjuna. Inni í kirkjuni hava teir verið eftir kirkjubússuna, sum teir hava tømt. Hetta er bússan, sum kirkjufólkið letur eitt oyra í.
Løgreglan sigur, at eyðvitað vita tey ikki, hvussu nógvur peningur var í bússuni. Men tey siga, at hendur tað seg, at fólk varnast, at onkur kemur at keypa okkurt, og rindar við misteinkiliga nógvum smápengum, vil løgreglan fegin frætta frá teimum.
Men annars sigur løgreglan, at tey hava tryggja sær ymisk spor, sum tey nú fara at kanna, og sum kunnu hjálpa teimum at finna tjóvirnar. Men hevur onkur sæð okkurt illgrunasamt rundan um Havnar Kirkju hesar seinastu dagarnar.