- Útjaðara Føroyar eru aftur hart og kontant mintar á, at ongin kemur og ger nakað fyri okkum. Streymurin, sum dregur inn í miðstaðarøkið er harður og dregur til sín hvønn dag, eisini í dag!
Dennis Holm, borgarstjóri fyri Tjóðveldi í Vági, sparir ikki upp á hørðu orðini, tá hann í lesarabrævi í dag hartar samgonguna fyri ikki at halda orð.
Borgarstjórin vísir á, at tá samgongan tók við setti hon út í kortið ein nýggjan politikk, ið skuldi luta virksemi og vøkstur út til økir kring alt landið.
- Endiliga ein samgonga, sum torir at seta orð á, at økini kring landið mugu fáa lut í virkseminum og vøkstrinum sum er innan almenna fyrisiting og –tænastur. Hetta eru virkisøkini við flestu størvum til útbúgvin fólk, og ikki minst har tað eru størv leys at søkja stórar partar av árinum.
Gleðin var tó stokkut, tí hóast samgongan einans hevur sitið í umleið eitt hálvt ár, so ásannar borgarstjórin, at hon longu hevur brotið orð.
- Ein ítøkilig ætlan, sum stríðir beint ímóti politikkinum, sum samgongan sjálv hevur sett út í kortið, er tó blástempla av samgonguni.
- Poul Michelsen, landsstýrismaður í Uttanríkis- og Vinnumálum hevur í skrivi dagfest 5. feb. 2016 staðfest, at hann metir avgerðina um at flyta Aliumsitingina, ein almennan stovn, úr Suðuroynni til Havnar verða eina vanliga fyrisitingarliga avgerð, sum stjórin í Heilsufrøðiligu Starvsstovuni kann taka uttan at spyrja nakran eftir.
Tað er borgarstjórin í Vági harmur um, og vísir hann á, at tað er lítið virðiligt fyri starvsfólkið, hvørs livibreyð er tikið frá teimum.
- Skuffandi at hetta málið skuldi enda soleiðis, og ikki minst lítið virðiligt fyri starvsfólkið á Aliumsitingini og familjuna. Eitt starv varð leyst at søkja, starvsstaðurin var í Vági, og tey fegnaðust um møguleikan at leita aftur á gamlar gøtur eftir áramál í útlegd. Nú stovnurin uttan orsøk verður fluttur, er livibreyðið tikið frá teimum – og við tí eisini møguleikin fyri at virka her á staðnum.
Les alt lesarabrævi hjá borgarstjóranum við at trýsta á her.

Tjóðveldismaður hartar samgonguna





