Uppstillingin til løgtingsvalið fer nú at nærkast endanum og hóskvøldið hevði Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag seinasta uppstillingsfundin.
Hugurin at stilla upp á Tjóðveldislistanum í Suðurstreymoy var sera góður hesaferð. So góður, at ikki var pláss á listanum fyri øllum valevnunum.
Tí mátti atkvøðast um hvør skuldi á listan og hvør ikki skuldi.
? Vit høvdu ein stak góðan fund, sigur Jóannes Dalsgarð, og vit høvdu nógv ótrúliga góð valevni.
? Men tá so nógv eru, og bert 11 kunnu stilla upp, so má atkvøðugreiðsla til og hon avgjørdi at hesi 11 komu upp á listan.
? Men, sigur Jóannes Dalsgarð, øll 21 skulu hava eina hjartans tøkk fyri tað arbeiðið tey hava gjørt, og fyri at tey vildu stilla upp.
Og tað eru nógv kend fólk á listanum. Teirra millum er atkvøðuslúkarin á fólkatingsvalinum Annita á Fríðriksmørk..
Eisini er Høgni Hoydal, sjónvarpsmaður uppstillaður. Les annars viðmerking frá honum aðrastaðni í blaðnum.
Snorri Fjalsbak, sum gjørdist landskendur í sambandi við verkfallið hjá Yrkislærarunum, er eisini uppstillaður.
Listin sær annars soleiðis út:
Hildur Eyðunsdóttir,
Snorri Fjalsbak,
Annita á Fríðriksmørk,
Finnur Helmsdal,
Høgni Hoydal,
Finnbogi Ísakson,
Vilmund Jacobsen,
Ingrid Jensen,
Hildur Patursson,
Ólavur Rasmussen,
Ólavur Waag-Høgnesen