- Stórur vandi er á ferð, nú politikarar ætla at taka fríu og demokratisku valskipanina frá fólkinum, tí teir sjálvir vilja sleppa at avgera, hvør ið skal veljast í Løgtingið, skrivar fólkatingslimurin.
Edmund Joensen sigur, at ávaringarlampur blunka, nú fría føroyska valskipanin aftur er komin í skotlinjuna.
Hann sipar til uppskotið, sum Høgni Hoydal fer at leggja fram á flokstingi Tjóðveldis, har skotið verður upp at fara aftur til valdømini, men enn halda fast við møguleikan at velja hvønn, tú vilt, hvar tú vilt.
Edmund Joensen vil vera við, at illa gitnu gomlu valdømini í mong ár skerdu føroyska fólkaræðið og ákærir formannin í Tjóðveldi fyri at ynskja, at politikarar, og ikki fólkið, skulu gera av, hvørji skulu veljast í føroyska tjóðartingið.
Hetta fær ávaringarlampurnar hjá fólkatingsmanninum at lýsa, sum heldur, at stórur vandi er á ferð. Hetta er í veruleikanum ein roynd at skerja fólkaræðið í landinum, at avmarka rættin hjá føroyingum at velja frítt.
- Slíkt má ikki henda í einum landi við fólkastýri, og allar demokratiskar kreftir mugu standa ímóti slíkum.
Broytingin hevur einans eitt fyri eyga, sambært Edmundi Jacobsen, og tað er at broyta valskipanina til fyrimun fyri flokkin.
- Hóast verandi, fría valskipan verður sett í ringt ljós, so er veruleikin, at skipanin við tí eina valdøminum sum heild hevur hepnast væl, skrivar Edmund Joensen og vísir á nakrar týðandi fyrimunir, sum hann meinar verða tagdir burtur av Tjóðveldinum.
- Føroyski veljarin er settur fullkomiliga fríur til at velja flokkar ella persónar, líka mikið hvar í landinum tey stilla upp.
- Spennitroyggjan, har ið veljarin ikki slapp út um sítt egna valdømi við atkvøðu síni, og enntá ikki slapp at velja frítt í sínum egna valdømi, er burtur.
- Ein atkvøða er nú ein atkvøða - í mun til fyrr, tá ið summar atkvøður fingu størri ávirkan enn aðrar.
- Flokkar uppliva ikki longur ta órættvísu støðu og tilvildina, sum var í gomlu skipanini, nevniliga at ein flokkur kann gerast størstur í tingmannatali, hóast hann ikki er størstur í atkvøðutali.
- Fleiri kvinnur eru komnar á ting, og vónandi eru fleiri á veg
- Í grundini eru hetta demokratiskar landvinningar, ið vit sum luttakarar í føroyska demokratiinum kunnu fegnast um, skrivar Edmund Joensen.
Edmund Joensen, ið sjálvur var við til at snikkja nýggju valskipanina, sigur, at gamla valskipanin var eitt amboð hjá politikarum at stýra veljarafjøldini.
- Tí er tað ómetaliga vandamikið, at politikarar ætla at venda aftur til eina skipan við valdømum og harvið taka fría og demokratiska valið frá fólkinum. Valskipanin er ikki til fyri politikarar. Hon er til fyri fólkið, skrivar Edmund Joensen at enda.