Tjóðveldi var best umboðað á Christiansborg

– Fólkatingsmaðurin hjá Tjóðveldinum er ikki limur í verjunevnd Fólkatingsins, og møtti ikki á hesum fundinum, sum sambandsmenninir skriva um í einum áleypandi og sera óvanligum tíðindaskrivi.

 

Tað sigur Tórbjørn Jacobsen, virkandi fólkatingsmaður hjá Tjóðveldi í sambandi við ákærurnar frá Kaj Leo Holm Johannesen og Magna Laksafoss, løgtingsmonnum Sambandsfloksins.

 

Tórbjørn Jacobsen sigur, at tey kortini høvdu fingið fráboðan um fundin, og tí sendi hann tvey av starvsfólkum floksins á Christiansborg til fundin fyri at lurta og skjalfesta, um nakað nýtt kom fram, í mun til tað sum tey vistu frammanundan.

 

– Tí tað er ikki ókent, at báðir teir føroysku fólkatingsmenninir ídnir hava tikið lut í orðaskiftinum um framtíðina í Arktis í drúgva tíð. Eftir øllum at døma kom at kalla onki nýtt fram á fundinum. Undantakið var kanska, at Nils Wang, kontraadmiralur og oddviti fyri Verjuakademiið staðiliga mælti til, at Grønland, Føroyar og Danmark hildu fram at vera í ”Ríkisfelagsskapi”, fyri at hava eina sterka støðu í mun hini londini við áhugamálum í økinum.

 

Til tað er bara at siga, vísir Tórbjørn Jacobsen á, at uttan hjálondini í Norðurhøvum var Danmark als ikki ein partur av orðaskiftinum um Arktis yvirhøvur. Umframt sekretariatið hjá Tjóðveldisflokkinum á Christiansborg tóku Bjørt Samuelsen og Annita á Fríðriksmørk lut á fundinum fyri flokkin, tí kann staðfestast at ongin føroyskur flokkur var betri umboðaður enn júst Tjóðveldisflokkurin hendan dagin.

 

– Teir báðir Kaj Leo Holm Johannessen og Magni Laksáfoss skriva soleiðis í margháttliga tíðindaskrivinum, haldi meg ikki hava sæð makan til slíkt áður: ”Vanliga verður sagt, at um tú ert fólkavaldur, so eigur tú at vísa tínum veljarum virðing við at røkja títt fólkavalda starv so væl, sum tað yvirhøvur ber til.” Kanska onkur skuldi kveitt í uppmøtingarskránna hjá Løgtinginum, og tað sum hesin fyrrverandi løgmaðurin og meðundirskrivarin er mest gitin fyri, er táið hann segði ”Tak for boykottet(!)”, táið danir stongdu sínar havnir fyri føroyskum fiskiskipum í ES-handilsstongslinum fyri nøkrum árum síðani. Men sjálvandi, alt hevur eina orsøk, eisini hetta tíðindaskrivið. Við nýggja formanni Sambandsfloksins hevur flokkurin flutt seg 100 ár aftur í tíð, og tað sæst nú aftur í veljarakanningunum, fólkið skilir ikki erka sambandshugsanina longur, og bara í tí ljósinum skal hetta álopið síggjast, sigur Tórbjørn Jacobsen.