Tjóðveldi fór rættiliga langt niður á listan at finna landsstýrismannin í fiskivinnumálum. Hóast tað er vanligt, so er tað einki krav, at landsstýrisfólkini skulu veljast millum tingfólkini hjá flokkunum. Tá landsstýrið varð skipað seinast, vóru øll landsstýrifólkini tingfólk. Tað merkti, at 9 varfólk tóku sæti á tingi, tí landsstýrisfólk og løgmaður ikki ikki samstundis hava sæti á tingi.
Tá Ingilín Didriksen Strøm varð noydd at leggja frá sær sum landsstýriskvinna, valdi Javnaðarflokkurin Súsonnu Bertholdsen um nýggja landsstýriskvinnu. Súsanna Bertholdsen er fyrsta varafólk hjá Javnaðarflokkinum og hevði tí fast sæti á tingi sum varafólk. Tað broytti tí ikki upp á hini varafólkini hjá Javnaðarflokkinum, Kristionnu Winther Poulsen, Hans Jacob Thomsen og Kim Durhuus. Súsanna Bertholdsen og Ingilín Didriksen Strøm býtta bara um pláss í landsstýri og í Løgtinginum.
Men øðrvísi er hjá Tjóðveldi, tí tey valdu at fara longri niður á listan við valevnum hjá Tjóðveldi at finna nýggja fiskimálaráðharran. Tey fóru heilt niður á 17 pláss.
Hin nýggi landsstýrismaðurin, Eirikur í Jákupsstovu, var fyrsti varamaður fyri landsstýrisfólkini við 295 atkøvðum. So hann og Høgni Hoydal skifta pláss í ávikavist landsstýrinum og Løgtinginum.
##med2##
Øðrvísi er við Erlingi Eidesgaard. Hann var triði varamaður við 216 atkøvðum. Hann hevur mist sín fasta tingsess og er nú fyrrverandi løgtingsmaður.
Tað sum kanska kann undra er, at Tjóðveldi hevur lopið níggju fólk um fyri at koma niður til nummar 17 á listanum.
Tey níggju, sum hava fleiri atkvøður enn Jóhan Christiansen, men færri enn Eirikur í Jákupsstovu, eru hesi:
8. Liljan Weihe, 289 atkvøður
9. Erling Eidesgaard, 216 atkvøður
10. Páll á Reynatúgvu, 215 atkvøður
11. Sigrid Jensdóttir Dalsgaard, 199 atkvøður
12. Anfinn í Toft, 192 atkvøður
13. Annita á Fríðriksmørk, 168 atkvøður
14. Óluva Klettskarð, 158 atkvøður
15. Magni Arge, 146 atkvøður
16. Høgni í Stórustovu, 134 atkvøður
17. Jóhan Christiansen, 125 atkvøður
Tað er heldur eingin lóg sum sigur, at landsstýrisfólk skulu finnast á valevnislistunum hjá flokkunum. Tá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum løgdu landsstýrissessirnar frá sær í 2021 fyri at kroysta Anniku Olsen úr Løgtinginum, valdi Fólkaflokkurin at seta Árna Skaale í landsstýrið. Hann hevði ongantíð verið uppstillaður, og var heldur ikki limur í Fólkaflokkinum tá.
Men tað vanliga er, at flokkarnir velja landsstýrisfólkini millum valdu tingfólkini.