Tjóðveldi riggar til á Christiansborg

Magni Arge er farin í farloyvi frá tinginum og nú verður skrivstovan á Fólkatingi mannað.

Á fólkatingsvalinum 18. juni gjørdist Tjóðveldi, heldur óvæntað, størsti flokkur við 5.730 atkvøðum. Harvið afturvann flokkurin sessin á Fólkatingi, ið flokkurin misti 15. september 2011.


Fyrstvaldur á listanum hjá flokkinum gjørdist formaðurin Høgni Hoydal, ið fekk 1.477 atkvøður. Høgni Hoydal sat tó einans í sessinum í nakrar fáar vikur, áðrenn hann søkti um farloyvi fyri at reka valstríð í Føroyum.


Í hansara stað tók Magni Arge, ið fekk 1.082 atkvøður til valið, sæti á Christiansborg, og tá Aksel V. Johannesen í síðstu viku tilnevndi Høgna Hoydal til landsstýrismann í fiskimálum, gjørdist endaliga greitt, at tað verður fyrrverandi stjórin í Atlantic Airways, ið fyrst og fremst fer at røkja fólkatingssessin hjá Tjóðveldi.


Magni Arge søkti í síðstu farloyvi frá løgtinginum fyri at røkja fólkatingssessin, og eitt tað fyrsta fólkatingslimurin gjørdi í nýggja starvinum, var at søkja eftir nýggjum skrivstovuleiðara at umsita dagligu ábyrgdina av skrivstovuni á Fólkatingi.


Talan er um eitt fulltíðarstarv, ið inniber millum annað, at viðkomandi skal fylgja við teimum málum á Fólkatingi, ið hava politiskan týdning fyri Føroyar, umsita fíggjarviðurskifti og skipa fyri ráðstevnum.