– Eg haldi, at allir fullveldis- og sjálvstýrisflokkar áttu at farið í listasamgongu til Fólkatingsvalið.
Tað sigur Annita á Fríðriksmørk, fyrrverandi løgtingskvinna fyri Tjóðveldi. Tað skrivar honum í viðmerking á Facebook til veljarakanningina í Sosialinum í gjár, sum vísir, at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin vinna greitt á Tjóðveldi og Fólkaflokkinum til fólkatingsvali.
Annita á Fríðriksmørk skrivar, at um allir fullveldis- og sjálvstýrisflokkar fóru í listasamgongu, so tryggjaðu vit okkum – við rímiligari vissu – at annað av valdu umboðunum verður ein sjálvsstýrisrødd.
Annars er fólkatingsvallógin broytt soleiðis, at tað ber ikki til longur at gera listasamgongur. Skulu loysingarflokkarnir stilla upp í felag, so mugu teir gera tað á samalista. Annaðhvørt at stilla upp á listanum hjá einum av flokkunum við fleiri valevnum, ella við einum uttanflokkalista við einum felags valevni, ella við at savna undirskriftir til ein nýggjan flokk og soleiðis stilla upp saman.
Annita á Fríðriksmørk vísir á, at sambært veljarakanningini verða tveir sambandsmenn valdir at umboða okkum á Fólkatingi.
– Annar úr Sambandsflokkinum hin úr Javnaðarflokkinum. Hendan dystin mugu vit ikki lata fara aftur við borðinum! Nú er at bretta upp um armar, sigur hon.
Annita á Fríðriksmørk hevur fleiri ferðir stillað upp til Fólkatingsval fyri Tjóðveldi. Í 2007 var hon næstvald á listanum, og fekk hon høvið at taka sæti, tá Høgni Hoydal var landsstýrismaður frá februar til september í 2008. Men hon var mestu tíðina í barnsburðarfarloyvi, og tá røkti Sjúrður Skaale fólkatingsessin fyri Annitu á Fríðriksmørk og Høgna Hoydal.