Við info í gjár segði løgmaður, at ein samgongan millum Sambandsflokkin og Tjóðveldi er útilokað – um ikki Tjóðveldi sleppur øllum ætlanum um fullveldi og yvirtøkur.
– Vit hava roknað eitt sindur uppá, hvat skerjingin í blokkstuðlinum hevur kostað: Talan er um seks milliardir krónur, sum eru mistar, uttan at vit hava fingið aðrar inntøkur í staðin, sigur løgmaður.
– Hvørki Tjóðveldi ella vit onnur hava megnað at fingið hesar inntøkur innaftur á onkran annan hátt. Eg veit væl, at vit kunnu ikki brúka hetta til so nógv, men tað er vert at hava í huga, sigur løgmaður.
Hann heldur, at øll hava lært av hesum.
– Eg rokni ikki við, at Tjóðveldi finnur upp á slíkt aftur, at gera slíkar skerjingar í inntøkum, uttan at tað er fíggjað upp á onkran máta, sigur løgmaður.
Men búsakaparliga avbjóðingin er stór, heldur løgmaður.
– Í 2016 mangla 200 milliónir í fyri at halda støðið. Útreiðslurnar eksplodera, eitt nú í heilsuverkinum, við dýrum heilivági. Har skulu nøkur ordilig tøk takast, sigur løgmaður.
Landsstýrið er í løtuni í ferð við at fyrireika fíggjarkarmarnar fyri næsta ár.
– Har skulu vit finna út av, hvønn vøkstur vit kunnu loyva okkum í búskapinum. Hvar markið er, eitt nú tá vit tosa um tilfeingsgjald á alivinnu og uppsjóvarvinnu, sigur løgmaður.
Og í sambandi við veljarakanningina – og góðar úrslitið hjá Javnaðarflokkinum, so bíðar løgmaður spentur:
– Eg gleði meg at hoyra frá Aksel V. Johannesen – og eri spentur upp á at fáa konkret boð frá honum uppá, hvussu vit loysa stóra búskapartrupulleikan. Rokningin skal sendast onkustaðni, onkur skal gjalda, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
– Avbjóðingin er stór, eg havi mót upp á tað. Men tað verður so upp til veljaran at gera, hvussu og hvør skal stýra landinum, sigur løgmaður.