Jógvan Arge vildi á býráðsfundi í gjárkvøldið vera við, at um allar ætlanirnar hjá Tórshavnar býrað skuldu setast í verk, mátti býráðið taka upp móti eini milliard í láni.
Les eisini Tórshavnar Býráð taka eina milliard í láni.
Heðin Mortensen, býráðsformaður, roynir nú at kveistra atfinningunum til viks.
- Tað er á ongan hátt ætlanin, at stóru íløguætlanirnar skulu fíggjast við lánum eina. Kommunan hevur ikki havt tørv á at lána pening í nógv ár, hóast fleiri stórar íløgur eru gjørdar á fleiri økjum. Tað er rætt, at vit ætla at fíggja ein part av størstu íløgunum við eini lántøku, men við at gera og fíggja hesi arbeiði við íløgum yvir fleiri ár, verður stórur partur fíggjaður við inntøkum, skrivar Heðin Mortensen.
Heðin Mortensen ilskast inn á, at hóast Tjóðveldi hevur verið við í øllum viðgerðunum av fíggjarætlanini, so hava teir ikki lagt eitt einasta broytingaruppskot á borðið, sum býráðið kann taka støðu til. Borgarstjórin heldur tað tí vera løgið, at hoyra hesar atfinningarnar nú.
- Tað má metast sum óvanlig og óseriøs framferð av eini andstøðu, ikki at atkvøða fyri fíggjarætlanini, men onki alternativ at hava, skrivar Heðin Mortensen.
- Tórshavnar kommuna er væl fyri fíggjarliga. So væl, at vit halda fram at vísa búskaparliga ábyrgd og samstundis raðfesta trivnaðin hjá familjum og einstaka borgaranum í kommununi høgt, og so væl, at vit halda fast um framdu skattalækkingina og lækka skattaprosentið enn meira í 2016, skrivar borgarstjórin at enda.
Les alt lesarabrævið hjá Heðini Mortensen her.