Tjóðveldi hevur 1.747 leysar atkvøður

Valevni, sum fingu tilsamans 1.747 atkvøður stilla ikki upp fyri Tjóðveldi hesaferð

 

Tað svarar til 29 prosent av persónligu atkvøðunum til valevni hjá Tjóðveldi. Teirra millum, sum ikki stilla upp hesaferð, eru tingkvinnurnar, sum vórðu valdar á seinasta løgtingsvali, Kristina Háfoss og Beinta Løwe. Kristina Háfoss fekk 344 persónligar atkvøður, og Beinta Løwe fekk 301 persónliga atkvøðu.

Onnur, sum hava boðað frá, at tey ikki stilla upp, eru Pauli Trond Petersen í Vestmanna, sum seinast fekk 215 persónlilgar atkvøður. Katrin Kalllsberg, sum varð vald á ting í 2015 stillar heldur ikki upp hesaferð. Hon fekk 178 persónligar atkvøður seinast.

Um vit bera saman listarnar, sum higartil eru klárir, við listan seinast, so hevur Tjóðveldi 1.747 »leysar atkvøður«, sum sjálvandi kunnu fara til onnur valevni á listanum, men sum í øllum førum ikki kunnu fara til sama persón á listanum, sum við seinasta løgtingsval.