Nýggja samgongan hevur í kvøld sent út fráboðan um, hvussu nýggja samgongan í Tórshavnar býráð verður skipað.
Avtalan umfatar hetta:
Fólkaflokkurin fær borgarstjóran, sum verður Annika Olsen.
Tjóðveldi fær varaborgarstjóran, og tað verður Gunvør Balle.
Fólkaflokkurin fær formannin í Vinnunevndini.
Tjóðveldi fær formannin í:
Teknisku nevnd
Mentamálanevndini
Trivnaðarnevndini
Náttúru og Umhvørvisnevndini
Byggi- og býarskipanarnevndini
Økisnevndini
Sett verður nýggj nevnd hetta valskeiðið:
Nevndin fyri eldraøkið (hetta økið er tikið úr Trivnaðarnevndini)
Framsókn fær formannin í nevndini fyri Eldraøkið.
Tjóðveldi fær formannin í Økisnevndini.
Fólkaflokkurin fær formannin í Fjarhitafelagnum.
Tjóðveldi fær umboð í nevndini í SEV
– Í løtuni situr býráðssamgongan og skrivar samgonguskjal, sum inniheldur yvirskipaða politikkin komandi valskeiðið. Arbeiðið gongur væl og samgonguskjalið verður lagt fram ein av komandi døgunum, tær tríggjar, sum er fyrstvaldar fyri nýggju samgonguflokkarnar Gunvør Balle, Annika Olsen og Bergun Kass.