Videoavhoyring av børnum hoyrir ikki saman við víðkaðu heimildunum hjá løgregluni at avlurta fólk, sigur Sirið Stenberg
- Tað er harmiligt, um hesar víðkaðu heimildirnar hjá løgregluni at avlurta fólk skulu steðga møguleikanum at brúka videoavhoyring av børnum, ið hava verið fyri misbrúki.
Tað sigur Sirið Stenberg, løgtingskvinna úr Tjóðveldi, sum heldur at ríkislógartilmælið um at broyta rættargangslógina er alt ov víðfevnt.
- Eg haldi tað vera óheppið at løgmaður kemur við øllum pakkanum í senn, sigur Sirið Stenberg.
Les eisini: Fólkaflokkurin ímóti ríkislógartilmæli
Fyrsta viðgerð av ríkislógartilmælinum um broytingarnar í rættargangslógini vísir greitt, at ein løgtingið tekur undir við at loyva videoavhoyring av børnum.
Men viðgerðin vísir somuleiðis, at løgtingið er sera ivasamt um hin partin, ið gevur løgregluni víðar heimildir at avlurta fólk.
FAKTA:
Videoavhoyring av børnum merkir, at tann frágreiðingin, sum barnið gevur løgregluni, verður tikin upp á video fyri seinni at kunna verða víst í rættinum undir einum revsimáli í staðin fyri, at barnið skal geva frágreiðing í rættinum sum vitni. Vanliga er talan um børn upp til 12 ár. Tað er serliga útbúgvin løgreglufólk, sum standa fyri avhoyringini av børnum, og tað ber til at hoyra og síggja avhoyringina í einum øðrum rúmi umvegis monitor (monitorrúmið). Endamálið við hesari mannagongd er at verja barnið, og at fáa eina so treytaleysa og nágreiniliga frágreiðing frá barninum, sum til ber. Tann, sum er undir illgruna ella skuldsettur, hevur ikki sjálvur rætt at vera hjástaddur, meðan avhoyringin fer fram, men verji hansara skal vera til staðar. Skuldsetti skal aftaná hava møguleika at síggja videoupptøkuna og kann eisini biðja um nýggja avhoyring av barninum. Í royndum hevur hendan mannagongdin verið brúkt eisini í Føroyum, men við lógarbroytingini verður mannagongdin staðfest í rættargangslógini. Eisini verður ásett, at um ongin ávísur persónur enn er undir illgruna ella skuldsettur, so skal ein verji tilnevnast áðrenn eitt barn verður videoavhoyrt.